,

– Eg eri mettur av politikki

Skrivað

Sverri Egholm

Dagfesting

Um val ikki verður í úrtíð, so verður Kaj Leo Holm Johannesen tingmaður í eitt ár og tveir mánaðir afturat.

Tingmaðurin fyri Sambandsflokkin staðfestir í dag, at hann ikki stillar upp aftur eftir næsta val. Hetta segði hann eisini við Sosialin fyri einum ári síðan, men nú verður avgerðin altso staðfest.

– Eg havi verið so leingi í poltikki nú, at tað er eisini gott at fáa yngri kreftir framat, sum kunnu síggja tingini í nýggjum perspektivi. Havi verið 25 ár í poltikki og tað er ivaleyst. Havi havt teir álitispostar, sum tú kanst hava, so eg eri mettur av politikki, segði hann við Árna Gregersen í tíðindunum á FM1 á middegi.

Hann hevur sitið eini 14 ár á løgtingi, 10 ár sum landsstýrismaður og fýra ár í Tórshavnar býráð.

Kaj Leo Holm Johannesen er saman við øðrum farin undir áhugafelagið “Koyrdistólur og skerdur førleiki”, og hann greiðir frá, at limatalið økist hvønn dag.

Hoyr samrøðuna við Kaj Leo Holm Johannesen