Tað fór ein hvøkkur gjøgnum føroyska fótbóltsheimin, tá Jákup á Borg eftir júst 200 dystir í Betri deildini (tilsamans fyri bæði B36 og B68) valdi at leggja frá sær sum høvuðsvenjari hjá B68. B68 gjørdi kortini skjótt av og setti Fróða Benjaminsen.
Fróði Benjaminsen hevur avgjørt sett ein varða eftir sær í føroyskum fótbólti tey 25 árini, sum hann spældi í bestu deildini, har hann spældi frá 1994 til 2019. Í 2004 umboðaði hann íslendska Fram Reykjavík. Hesi 25 árini leikti hann heilar 503 dystir í bestu deildini og átti eisini landsliðsmetið við 95 A-landsdystum, har hann skoraði 6 mál.
Frá 1994 til 2003 spældi hann við B68, áðrenn hann umvegis Fram Reykjavík endaði í B36 árini 2005 til 2007. Hann skifti síðani til HB, sum hann umboðaði árini 2008 til 2016. Árini 2017 til 2019 spældi hann fyri ávikavist Víking, NSÍ og Skála.
Fimm ferðir hevur Fróði Benjaminsen vunnið meistaraheitið: Í 2005 við B36, í 2009, 2010 og 2013 við HB og 2017 við Víkingi. Í 2006 gjørdist hann steypavinnari við B36.
Fróði var hjálparvenjari árini 2013 (hjá HB) og 2018 (hjá NSÍ). Harumframt hevur hann verið venjari og hjálparvenjari hjá ymiskum ungdómslandsliðum á bæði dreingja- og gentusíðuni.
Í dag skal Fróði Benjaminsen standa á odda fyri B68 á fyrsta sinni ímóti EB/Streymi. Tað var júst ímóti EB/Streymi, at Fróði skoraði sítt 145. og seinasta mál í Betri deildini fyri Skála. Hetta hendi 26. oktobur 2019 undir Mýruhjalla, tá Skála vann heili 5-0 á EB/Streymi og Fróði sjálvur skoraði seinasta málið til 5-0.
Kelda: faroesoccer.com