Fróði: Tveir ógvuliga ymiskir hálvleikir hjá B68 – Klæmint: Vit royna at tryggja okkum annað plássið og snávar KÍ eru vit klárir

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð, og viðmerkjaran, Trygva Mortensen siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skotin í dystinum B68-NSÍ 1-3 (1-2). Hoyr Trygva taka samanum dystin, har B68 arbeiddi seg upp aftaná eina slaka byrjan. Hoyr eisini samrøðurnar Rúni gjørdi við liðskiparan og triðja málskjúttan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, og samrøðuna Rúni gjørdi við B68-venjaran, Fróða Benjaminsen. Fróði heldur, at talan var um tveir ógvuliga ymiskar hálvleikir hjá B68. Klæmint slær fast, at teir í NSÍ royna at tryggja sær annað plássið. Tað sær torført út, men snávar KÍ, so eru teir í NSÍ klárir. Mynd og savnsmynd: Rúni á Reynatrøð.