Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Per D. Jacobsen siga frá málunum, ið vóru skotin í dystinum B36-Víkingur 1-1 (1-0). Hoyr Per taka samanum tað hann nevnir eitt rættvíst úrslit. Hoyr eisini samrøðurnar Rúni gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup Martin Joensen, og samrøðuna hann gjørdi við Jørgen Nielsen hjá Víkingir. Jákup Martin ásannar, at tað er ikki í hondunum hjá B36 nú at tryggja sær fjórða plássið. Jørgen heldur, at javnleikurin í mun til støðuna á stigatalvuni gagnaðist Víkingi betri enn B36.
