Soleiðis skrivaði U19-liðið hjá Víkingi føroyska fótbóltssøgu – Hoyr málini og samanumtøkuna frá 4-1 sigrinum á Narva

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Per D. Jacobsen siga frá teimum fimm málunum, ið vóru skotin í UEFA Youth League dystinum á Tórsvølli Víkingur U19 – Narva Trans U19 4-1 (1-0), ið gav Víkingi ein samlaðan 4-2 sigur. Víkingur er fyrsta føroyska liðið í Youth League, ið vinnur seg víðari. Víkingur møtir nú belgiska liðnum, Genk 22. oktober og 5. november. Hoyr eisini Per taka samanum eitt gott avrik hjá Víkingi. MYND: Sverri Egholm.