

Ein blanding millum Black Friday og mentanarnátt – alt undir sama taki
02.10.2025Tað verður ein blandingur av Black Friday og mentanarnátt og alt koyrt undir eitt tak. Her verður ókeypis spæliland, klædnahandlar, bilasølur, ferðaskrivstovur, Bygma Balslev, Hiti og nógvar aðrar ymiskar fyritøkur, sigur Adam Andreasen, ein av fyriskiparunum av Vinnumessuni. Vinnumessan byrjar klokkan 10 fríggjamorgunin og heldur fram til klokkan 20. Leygardag er eisini opið frá 10-20. – So eg vænti ikki nakar kemur niðan her og sigur at tey einki hava fingið burturúr, sigur Adam Andreasen. Árni Gregersen tosaði við Adam Andreasen í tíðindunum á FM1 á middegi.
