Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jóhan á Mýrini siga frá málunum, ið vóru skotin í 2-1 sigrinum hjá KÍ á 07 Vestur á Dungasandi. Sigurin førdi KÍ á mál í FM-stríðnum. Hoyr Jóhan taka stutt samanum dystin, og hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við fegnu KÍ-leikararnar, Hallur Hansson, Odmar Færø, Jákup Biskopstø Andreasen, Páll Andrasson Klettskarð, Árna Frederiksberg og Jóannes Kalsø Danielsen, ið settu orð á FM-heitið nummar 22 hjá KÍ. MYNDIR: Sverri Egholm. FM1 YNSKIR KÍ HJARTALIGA TILLUKKU VIÐ FM-HEITINUM.

