Hoyr debutfrásøgumannin hjá FM1, Per D. Jacobsen, og viðmerkjaran, Finnur Justinussen siga frá teimum trimum málum Víkingur skoraði móti TB í Sarpugerði í Norðragøtu. Finnur tók eisini stutt samanum dystin. Per gjørdi samrøðu við tvímálsskjúttan hjá Víkingi, Olaf Bárðarson sum undirstrikar týdningin hjá Víkingi at tryggja sær fjórða plássið. Per fekk eisini TB-venjaran, Thomas Thinggaard at seta orð á dystin. Tað er sára einfalt hjá TB nú. Teir mugu hava stig, og helst vinna á KÍ í Klaksvík um 14 dagar. SAVNSMYNDIR: Rúni á Reynatrøð og Sverri Egholm.
