Hoyr frásøgumannin, Pætur Nolsøe og viðmerkjaran, Jóan Paula Jacobsen siga frá teimum seks málunum, ið vóru skotin í 0-6 tapinum hjá føroyska U21-landsliðnum fyri Fraklandi við Djúpumýru í Klaksvík. Hoyr Jóan Paula taka stutt samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Pætur gjørdi við U21-landsliðsvenjaran, Ólavur Mikkelsen og verjuleikaran, Inga Arngrímsson. Ólavur staðfestir, at U21-landsliðið ikki spældi upp til tað besta í dag, og vóru ikki nóg skarpir. Ingi ásannar, at sterka franska liðið var eirindaleyst, tá føroyska liðið gjørdi mistøk. Báðir ætla avgjørt eitt betri avrik móti Sveis á Tórsvølli komandi týskvøld klokkan 18. MYNDIR: Sverri Egholm.
