U21-landsliðsvenjarin og liðskiparin: Vit spæla ein góðan dyst men Sveis var neyvari

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Hoyr frásøgumannin, Pætur Nolsøe og viðmerkjaran, Jóan Pauli Jacobsen siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skotin í 1-3 tapinum hjá føroyska U21-landsliðnum í EM-undankappingardystinum á Tórsvølli. Hoyr eisini Jóan Paula taka samanum eitt leikliga gott avrik. Hoyr eisini samrøðurnar Pætur gjørdi við landsliðsvenjaran, Ólavur Mikkelsen og liðskiparan, Áka D. Samuelsen, ið eru nøgdir við spælið og hugburðin, men iðra seg um, at Føroyar ikki vóru neyvari. MYND: Sverri Egholm