Hoyr frásøgumannin Trygva Absalonsen siga frá teimum trimum málunum HB skoraði í 3-0 sigrinum á NSÍ á ovara vølli í Gundadali. Hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, André Olsen og við verjuleikaran hjá NSÍ, Daniel Obbekjær. André fegnast um kollektiva hugburðin hjá sínum leikarum, bæði í verjupartinum og í álopspartinum. Daniel Obbekjær staðfestir, at tað er bert sigur sum kann brúkast móti KÍ í seinasta umfarinum komandi leygardag. Myndir: Sverri Egholm og NSÍ.
