

B36 Varpið – Tá graslíki kom til Føroya og aðrar fótbóltssøgur
18.12.2025Í seinnu helvt av 80’unum hendu tey størstu lopini framá hjá føroyskum fótbólti, og helst eisini hjá føroyskum ítrótti sum heild. Hesin týdningarmikli partinurin av føroyskari ítróttarsøgu bleiv viðgjørdur í jólavarpinum hjá B36 Varpinum, har Árni Gregersen var gestur. Prátað varð um ta stóru broytingina, tá graslíkisvallirnir avloystu grúsvallirnar. Um tá Føroyar fóru upp í altjóða fótbólt, og tann avleidda týdningin av hesum. Og um tá Oyggjaleikirnir vórðu hildnir í Føroyum í 1989. Eisini bleiv gjørt eitt sindur burturúr tí størsta fótbóltisdystinum nakrantíð í Føroyum, tá meira enn 7.000 áskoðarar voru til ólavsøkudyst á Ovara Vølli í 1986, har eitt styrkt býlið møtti brasilianska Atletico Mineiro.
















