

Vinnuvarpið – Vit kunnu ikki blása og hava mjøl í munninum
10.03.2026Í hesum partinum um Fast Track og útlendska arbeiðsmegi í Føroyum tosa vit við Fíu Lindenskov, integratiónssamskipara hjá Tórshavnar kommunu. Hon greiðir í sendingini frá, hvørji tiltøk verða sett í verk, og hvat arbeiði verður gjørt fyri at slúsa útlendingar best møguligt inn í føroyska samfelagið. Og tað hevur riggað væl higartil, heldur Fía Lindenskov. Hon leggur dent á, at vilja vit hava útlendska arbeiðsmegi í Føroyum, so eiga vit eisini at tola, at tosað verður enskt, tá tú t.d. keypir breyð hjá bakaranum.
















