

Gilli: – KÍ eigur at dominera meir á heimavølli
25.05.2026Aftaná 2-1 heimasigurin hjá KÍ á AB við Djúpumýru fekk Trygvi Absalonsen orðið á Gilla R. Sørensen hjá KÍ, ið helt, at KÍ hevði tamarhald á dystinum, men so fekk AB eitt brotsspark og KÍ eitt reytt kort, ið gjørdi dystin heldur spennandi. Gilli heldur, at KÍ eigur at dominera meir á heimavølli, og tað er vónbrotið í dag, men gott at fáa trý stig.
















