,

Vinnumálaráðið arbeiðir við løggilding til handverksmeistarar

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, ætlar sær í næstum at fyrireika lóggávu um eina løggildingarskipan til handverksmeistarar, samstundis sum at Barna- og útbúgvingarmálaráðið leggur til rættis eina meistaraútbúgving til handverksmeistarar.

Hetta sigur Landsstýrismaðurin í svari til fyrispurning frá Kim Durhuus, løgtingsmanni, sum vildi vita, um landsstýrismaðurin ætlar at lóggeva soleiðis, at byggifyritøkur, sum arbeiða fyri privat fólk, eisini skulu stilla fíggjarliga trygd, soleiðis at arbeiðið verður avgreitt eftir ætlan.

Í svarinum ger Høgni Hoydal greitt, at júst hesin spurningurin er ikki viðgjørdur í samgonguni ella við avvarðandi partar, men at tann spurningurin skal kannast nærri.

Spurningurin hjá Kim Durhuus kemur í kjallarvørrinum á innsløgum í Degi og Viku, har barnafamiljur eru komnar í trupulleikar av byggifyritøkum, sum ikki hava greitt arbeiðið nóg væl úr hondum, ella sum ikki hava greitt arbeiðið úr hondum yvirhøvur.

Høgni Hoydal vísir á, at partar, sum gera avtalu um byggiverkætlan, kunnu avtala fíggjarliga trygd, og um henda avtalan verður gjørd eftir standardskjali ABF06, so hevur hon treytir um fíggjarliga trygd.

Tað er kortini óvist, um fyritøkur og privatfólk gagnnýta møguleikan at avtala fíggjarliga trygd, tá talan er um at byggja sethús.

Høgni Hoydal væntar tó, at løggildingarskipan og meistaraútbúgving til handverksmeistarar fara at hava positiva ávirkan á byggigóðskuna og harvið trygdina hjá kundunum.