Bryggja og Brenna fegnast um lógaruppskotið

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

-Tað er eingin loyna, at hetta hevur verið eitt ynski hjá okkum føroyskum framleiðarum leingi at sleppa at selja okkara egnu framleiðslu. Tað hevur verið margháttligt at hava havt fólk á vitjan – serliga útlendsk ferðandi – og ikki at kunna selja teimum tað, sum tey akkurát hava verið runt og sæð og hoyrt um. Tað er púra vanligt alla aðrastaðni.

Soleiðis sigur Dánial Hoydal, formaður í Bryggja og Brenna, um ætlanirnar hjá landsstýrismanninum í lógarmálum at dagføra rúsdrekkalógina soleiðis, at tað skal bera til hjá rúsdrekkaframleiðarum at selja sína framleiðslu á framleiðslustaðnum í sambandi við vitjanir í framleiðsluni.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr samrøðuna við Dánial Hoydal í tíðindunum kl. 17 í dag.