

Jóhan Petur Poulsen fegnast um at hansara menn hildu stand við 10 leikarum
04.07.2026Aftaná 2-0 sigurin hjá Víkingi á B36 á ovara vølli í Gundadali fekk Brynjar J. Poulsen orðið á høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen, høvuðsvenjara hjá Víkingi. Jóhan Petur heldur, at hansara menn avrikaðu væl, og serliga fegnast hann um, at hansara menn hildu stand við 10 leikarum móti 11 seinasta lítla hálva tíman av dystinum. Nú bíðar íslendska liðið, Stjarnan í Conference League, og heldur Jóhan Petur, at har hevur Víkingur ein møguleika at vinna ein samlaðan sigur.
















