Petur Knudsen: – Vit mugu læra okkum at spæla fleiri dystir innanfyri stutta tíð
03.08.2026Aftaná 1-3 (0-0) útitapið hjá NSÍ fyri HB á Tórsvølli fekk Trygvi Absalonsen orðið á Petur Knudsen, ið staðfestir, at tað er ein nýggj støða hjá NSÍ við dystum í Evropa, og samstundis dystum í heimligu kappingini. Tað eru 3-4 dagar millum dystirnar, og NSÍ hevur ikki tann breiðasta hópin. Men Petur slær fast, at hetta er nakað sum teir í NSÍ mugu læra nú.