Ljóðbrot: – Tað skal ikki vera ov torført hjá útlendskum arbeiðsfólki at koma til Føroya

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

-Tað, sum er umráðandi at hugsa um, er at vit í Føroyum hava tørv á at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða, og vit hava ikki brúk fyri at gera tað truplari hjá útlendingum at koma til Føroyar at arbeiða.

Tað sigur Jórun Gardar, ráðgevi í Vinnuhúsinum, til uppskotið hjá landsstýrismanninum í lógarmálum um at herða treytirnar fyri familjusamanføring hjá teimum útlendingum, sum hava arbeiðsloyvi í Føroyum.

Eftir ætlan skal lágmarkið fyri inntøkuni hjá útlendskum arbeiðsfólkum hækkast, áðrenn tey fáa loyvi at fáa maka ella børn við sær til Føroya.

Endamálið við at hækka inntøkulágmarkið er at tryggja, at hesi arbeiðsfólkini eru før fyri at forsyrgja familjuni hjá sær, soleiðis at tey ikki liva í elendigheit í Føoyum.

Vinnuhúsið hevur júst fingið uppskotið til ummælis og hevur tí ikki nærlisið tað, men yvirhøvur vísir Vinnuhúsið á, at vit hava tørv á arbeiðsmegi í Føroyum, og at vit kappast eisini við okkara grannalond um útlendska arbeiðsmegi.

Trýst á pílin niðanfyri fyri at hoyra samrøðuna, ið FM1 hevði við Jórun Gardar í gjár.