Ljóðbrot: Sleppast skal av við oljufýr við lóg

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Vit í Føroyum eru ov langt frá teimum veðurlagsmálunum, sum vit hava bundið okkum til, og tað er ov lítið bert at seta forboð fyri oljufýrum í nýggjum húsum.

Tað halda báðir umhvørvisfelagsskapirnir Føroya náttúru- og umhvørvisfelag og Veðurlagslóg Nú, sum mæla til, at forboð skal setast fyri at seta til nýggj oljufýr yvirhøvur, og at verandi oljufýr skulu skiftast út við grønari hitakeldur innan eitt ávíst áramál.

-Vit skulu hava nakrar góðar stuðulsskipanir, og vit skulu upplýsa betur um hvørjar møguleikar vit hava, sigur Elsa Berg millum annað.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr samrøðuna, ið FM1 hevði við Elsu Berg á middegi í dag.