Jákup á Borg: – Javnleikur á heimavølli móti B68 er eitt stórt vónbrot
30.08.2026Í telefonsamrøðu við Trygva Absalonsen staðfestir høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg tað sum eitt stórt vónbrot, at B36 bert fekk javnleik 1-1 móti B68 á heimavølli: – Vit mugu vera klókari í teimum avgerandi støðunum. Sigur Jákup á Borg. Jákup er tó nøgdur við hugburðin leikararnir sýndu, tá B68 legði seg á odda 1-0, og B36-arnir stríddu seg til ein javnleik, ið er væl betri enn eitt tap.