
Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við annan av U21-landsliðsvenjarunum, Julian J. Johansen aftaná 23-26 (10-13) tapið fyri Danmark, ið merkir, at Føroyar skulu spæla um sjeynda plássið í U21 HM-endaspælinum. Julian heldur, at føroyska liðið stríðist væl og vísir góðan hugburð undir truplum umstøðum, men tíverri manglaði neyvleikin í álopsstøðunum.
Mynd: Sjúrður H. Hoydal