Sigfríður S. Clementsen: – Hetta var avgjørt ikki tað vit í EB/Streymi ætlaðu
10.10.2026Aftaná 0-3 (0-1) tapið fyri 07 Vestur á Dungasandi fekk Brynjar J. Poulsen orðið á høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Sigfríð S. Clementsen, ið staðfesti, at hetta var avgjørt ikki tað teir í EB/Streymi ætlaðu. Sigfríður heldur, at venjararnir hjá 07 Vestur hava úttelvað hann í hesum kappingarárinum, tí 07 Vestur hevur vunnið allar tríggjar dystirnar á EB/Streymi. Nú er botnstríðið víðopið aftur, og EB/Streymur má sambært Sigfríða fáa nøkur stig aftrat fyri at kunna bjarga plássinum í deildini.