Høvuðsvenjarin hjá Skála ÍF: – Leikararnir hava verið heilt fantastiskir
31.10.2026Aftaná 2-0 sigurin hjá Skála ÍF á EB/Streymi við Margáir, ið sparkaði Skála ÍF upp á sætta plássið prátaði Rúni á Reynatrøð eisini við høvuðsvenjaran hjá Skála ÍF, Poul N. Poulsen sum tók við starvinum miðskeiðis í kappingarárinum. Dygdirnar hjá Skála ÍF at fáa mál upp á deyðbóltar tilskrivar Poul tó hjálparvenjaranum Ara Ellingsgaard. Poul er sera takksamur fyri stuðulin hann og leikararnir fingu við Margáir í dag. Um leikararnar sum hava klárað arbeiðssetningin sigur Poul: – Leikararnir hava verið heilt fantastiskir.