Ljóðbrot: Vit á Tórsfest hava ikki skonkt fyri nøkrum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Um vikuskiftið frættist, at í minsta lagi  tveimum førum varð rúsdrekka selt ungum undir 18 ár á Tórsfest.

Løgreglan boðar frá, at sivilklædd løgreglufólk kundu staðfesta, at skeinkistøð á Tórsfest høvdu í tveimum førum selt rúsdrekka til ung undir 18 ár, og at løgreglan fekk síðani steðgað hesum.

Rúni Djurhuus er fyriskipari av Tórsfest, og hann hevur í døgunum síðani fingið ákoyringar fyri, at skonkt hevur verið fyri ungum undir 18 ár.

Hetta hevur loypt hvøkk á Rúna Djurhuus, tí Tórsfest hevur ikki skeinkiloyvi og stendur ikki fyri nakrari skeinking.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr samrøðuna við Rúna Djurhuus.