, ,

Martin: At gera hattrick er tað áleyparar droyma um

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá teimum fimm málunum Víkingur skoraði í 5-0 sigrinum á AB í Sarpugerði. Hoyr Gert taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Rúni gjørdi við Martin Klein Joensen, ið skoraði hattrick, og við Filip í Liða hjá AB. Martin er fegin, tí sum hann staðfestir: – At gera hattrick er tað áleyparar droyma um. Filip letur ongan iva vera um, at Víkingur var betra liðið og vann uppiborið, men tað er eitt vónbrot fyri AB, at munurin gerst so óneyðuga stórur.

Myndir: Rúni á Reynatrøð

Skúlin á Argjahamri fer í hesum skúlaári at seta á stovn ein bókaklubba fyri næmingar í miðdeildini. Endamálið við bókaklubbanum er at stimbra lesihugin hjá næmingunum við at hava eitt foreldur ella annan vaksnan við í lesingini. Bókaklubbin hittist triðju hvørja viku, har næmingar og tann vaksni saman lesa og umrøða eina bók, bókaklubbin byrjar við bókini "Rýmingarnir" eftir Ulf Stark.