Fimm kvinnur í ferðsluóhappi

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Í gjárkvøldið hoyrdust nógvar sirenur við Norðasta Horn í Havn.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at beint eftir klokkan 22 í gjár komu boð inn, at ein bilur við fimm fólkum í hevði koyrt útav av vegnum og koppaði soleiðis, at tey fimm fólkini – fimm kvinnur – ikki sluppu úr bilinum.

Tilbúgvingin kom á staðið og hjálpti kvinnunum úr bilinum. Tær fóru síðan allar til víðari kanning á Landssjúkrahúsinum, har tað tíbetur kundi staðfestast, at eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum.

Veðrið var keðiligt í gjárkvøldið, og sum skilst var bilurin komin ov langt út móti vegjaðaran og fór so út av vegnum og koppaði.

Vakthavandi sigur, at tað er eingin illgruni um rúsdrekkakoyring ella rúskoyring.