, ,

Aleksandar fegnast um fyrsta heimasigurin síðani 12. apríl – Morten heldur AB vóru snýttir fyri brotsspark

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Ólavur Larsen siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skotin í botngysaranum ÍF-AB 3-1 (2-0). Hoyr Ólav taka samanum ein rokmiklan dyst, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við venjararnar, Aleksandar Jovevic hjá ÍF og Morten B. Overgaard hjá AB. Aleksandar fegnast um, at teir í ÍF loksins fingu løn fyri sítt harða stríð og vunnu fyrsta heimasigurin síðani 12. apríl. Morten iðrar seg um, at AB í nøkrum støðum ikki fekk brotsspark dømt til sín í tí Morten metir vóru upplagdar brotssparksstøður.

Mynd: Trygvi Absalonsen

Tað er ein møguleiki fyri, at Matthew McConaughey og Woody Harrelson eru brøður, vil McConaughey vera við. Mamma McConaughey hevði eftir øllum at døma samband við pápa Harrelson um tað mundið, tá hon og maðurin fóru hvør til sítt.