Í morgin sunnudagin hevur FM1 tríggjar frásøgumenn klárar. Tveir, Trygvi Absalonsen og Rúni á Reynatrøð, ið fara at siga frá dystunum í Sarpugerði í Norðragøtu, Víkingur-B36 og við Stórá í Trongisvági, TB-EB/Streymur. Triði frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen er klárur við Djúpumýru í Klaksvík, um KÍ verður staðfestur FM-vinnari í morgin. Sendingin byrjar við upptakt frá klokkan 14.

