Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Gert Hansen siga frá teimum seks málunum Víkingur skoraði móti B36 í Sarpugerði í Norðragøtu, størsta tapið hjá B36 í bestu mansdeildini í 32 ár. Hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við tríggjar fegnar Víkinga-leikarar, Martin Klein Joensen, ið skoraði hattrick, Olaf Bárðarson sum skoraði tvey mál, og veteranin, Sølva Vatnhamar sum kunnu fegnast um eitt framúr gott Víkinga-avrik. Trygvi prátaði eisini við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík sum kann staðfesta ein totalan niðurtúr í seinna hálvleiki. Dan heldur tó, at B36 avrikaði væl í fyrra hálvleiki.
Myndir: Trygvi Absalonsen




