Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð siga frá sigursmálinum Bergur Poulsen skoraði fyri EB/Streym við Stórá í Trongisvági. Ein 1-0 sigur sum gott og væl bjargar plássinum hjá EB/Streymi í Betrideildini. Hoyr eisini samrøðuna Rúni gjørdi við liðskiparan hjá TB, Salmundur Bech sum iðrar seg um, at TB ikki tók av mongu málmøguleikunum. Og samrøðuna Rúni gjørdi við sigursmálsskjúttanum hjá EB/Streymi, Bergur Poulsen sum heldur, at hann hevur tikið av tá hann hevur fingið møguleikan. Tað er við einari góðari kenslu sundalagsmenn ferðast norður við Smyrli.
Myndir: tb.fo og Rúni á Reynatrøð


