Seint seinnapartin í gjár fekk Føroya Politi boð um, at heimleys fólk høvdu tikið seg inn í bygningin, har gamli sjúkrakassin var, tí tey ongastaðni høvdu at vera um náttina.
Hesin bygningur er við síðuna av gamla bygninginum hjá bakarínum hjá Frants Restorff, sum vit hoyrdu um í síðstu viku.
Løgreglan kom á staðið og fekk fólkini út aftur bygninginum, og HVT, sum eigur bygningin, fekk boð um at seta plátur upp, so fólk ikki sleppa inn, upplýsir vaktleiðarin.