Háskúlin í Nesvík tikin av fíggjarlógini fyri komandi ár

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tá ið fíggjarlógin 2024 varð løgd fram fríggjadagin tann 29. septembur, varð stuðulin til Háskúlan í Nesvík tikin av. Hetta merkir, at óvissa er um støðuna hjá Háskúlanum komandi ár, ið annars hevur verið á fíggjarlógini í fjør og í ár.

– Vit harmast um støðuna. Tað er tungt og krevjandi at fáa ein háskúla upp at koyra og at fáa næmingar til fyrsta skúlaskeiðið. Fyrstu næmingarnir í einum nýggjum skúla kunnu jú ikki spyrja nakran annan, sum hevur verið fyrr. Vit fegnast um tann stuðul, sum er veittur, men høvdu ynskt at fingið meira tíð at fáa tilboðið upp at koyra, sigur Jákup E. Petersen, formaður í stýrinum fyri háskúlan í Nesvík, við Trúboðan.

Hann vísir á, at aðalmálið við einum háskúla er at bjóða eitt longri skúlaskeið til ung. Ætlanin var at byrja eitt longri skeið fyri ung í august mánaði, men tá avtornaði vóru ov fáir næmingar meldaðir til. Sostatt er treytin um langt skeið við ungdómi ikki uppfylt. Skúlin hevur annars havt fleiri væleydnaði styttri skeið hesi bæði árini.

Trúboðin skrivar, at manglandi fíggingin komandi ár ger sostatt, at nú verður arbeitt við, hvussu skúlin skal skipa virksemið framyvir.

– Tey skeið, ið eru sett á skrá hesa heystarhálvuna halda fram, men bíðað verður við at lýsa nýggj skeið til nærri greiða fæst á fíggjarviðurskiftum, sigur formaðurin í stýrinum fyri háskúlan í Nesvík.