Tummas Kannuberg virkandi sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Sóknarpresturin í Sjóvar prestagjaldi tey seinastu 13 árini, Símun Persson Jacobsen, fer í lestrarfarloyvi fýra teir fyrstu mánaðirnar í komandi ári, og tí hevur Sjóvar prestagjald avgjørt á felags kirkjuráðsfundi, at Tummas Kannuberg skal vera virkandi sóknarprestur í nevnda tíðarskeiðið.

Tað skrivar fólkakirkjan á heimasíðu sínari.

Skipanin innan fólkakirkjuna leggur upp til, at tveir sóknarprestar kunnu fara í farloyvi um árið við lestri í hyggju.

Tummas Kannuberg, ið er ættaður úr Leirvík, tók prógv sum gudfrøðingur á Keypmannahavnar Universiteti í 2021. Tummas hevur síðan millum annað starvast sum námslektari á námsvísindadeildini í Fróskaparsetri Føroya.

Í løtuni er hann sóknarprestur í Sparkær-Gammelstrup og Stoholm í Viborg Stift, har hann hevur verið prestur í eitt gott ár.

Kelda: Fólkakirkjan