Í dag er Altjóða sálarheilsudagur, og í tí sambandinum skipar Sinnisbati fyri tiltaki í Løkshøll kl. 19.00. Skráin fyri tiltakið er hendan:
Kl. 19:00-19:10 Vælkomin
Niclas Heri Jákupsson spælir eitt nýtt lag til høvið.
Kl. 19:10-19:30 Úrslit úr kvalitativari kanning um sálarheilsuna hjá ungum í Føroyum
Annika Helgadóttir Davidsen frá Fróðskaparsetur Føroya og Monika Mohr úr Fólkaheilsustýrinum leggja úrslit fram úr eini kvalitativari kanning, sum varð gjørd fyri Fólkaheilsuráðið (nú Fólkaheilsustýrið), ið snýr seg um, hvat ávirkar sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungum.
Kl. 19:30-19:50 Hvussu fremja vit trivnað millum ung?
Jonas Begnigna, ráðgevi í Headspace Danmark, greiðir frá um ungdómsráðgevingartilboðið Headspace og royndirnar í Danmark.
Kl. 19:50-20:10 Fyribyrgjandi arbeiði og royndir úr Íslandi
Eva Ólafsdóttir, kliniskur leiðari í Headspace Ísland, greiðir frá um fyribyrgjandi arbeiði við ungum og royndir við Headspace í Íslandi.
Kl. 20:10-20:25 Steðgur
Kl. 20:25-20:45 Avbjóðingar í norðurlendsku vælferðarskipanunum í dag
Tom Guldberg, stjóri í Headspace Noregi og ein av stovnarunum av Nordic Headspace, greiðir frá um nýggja norðurlendska samstarvið við røtum í sivilsamfelagnum, sum skal vera við til at skapa nýggjar fyribyrgjandi og sálarheilsufremjandi loysnir í øllum Norðurlondum.
Kl. 20:45-20:50 Sálarheilsuvirðislønin 2023 verður kunngjørd og handað
Kl. 20:50-21:15 Orðaskifti
Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding á loksholl.fo, sí leinkju her.