Stórur ítróttarfrásøgudagur verður á FM1 sunnudagin. Frá klokkan 14.45 sigur Sjúrður Hildarson Hoydal frá EM-undankappingardystinum í hondbólti hjá kvinnum millum Føroyar og Ísland í høllini á Hálsi í Havn, og frá klokkan 16.45 sigur Trygvi Absalonsen frá EM-undankappingardystinum í fótbólti hjá monnum millum Kekkia og Føroyar, ið verður leiktur á Stadion Mesta Plzne í Plzen í Kekkia.
