Hoyr samrøðurnar Heri Simonsen gjørdi í Triðja Hálvleiki við høvuðsvenjaran hjá HB, Jákup Martin Joensen og við liðskiparan hjá 07 Vestur, Daniel Obbekjær um 2-0 sigurin hjá HB á 07 Vestur á Tórsvølli. Jákup Martin fegnast um trý stig, men heldur, at HB átti at vunnið meir. Daniel staðfestir, at hetta var ikki besti dagurin hjá 07 Vestur, og tí ætla teir at enda væl í seinasta dystinum móti TB í tí seinasta umfarinum.
Savnsmynd: Trygvi Absalonsen
