23. oktober 1923 varð Bóltfelagið Royn stovnað, men áðrenn nakað bóltfelag varð stovnað, varð fótbóltur spældur í Hvalba, hóast ongin leikvøllur var. Longu 14. juli 1909 skrivar Dimmalætting: “Paa Suderø drives Fodbold i Tveraa, Vaag og Kvalbø.”
Felagið fekk fótbóltsvøll á Skrørinum í juni 1941. Hóast Royn ongantíð hevur gjørt vart við seg í bestu deildini, so hevur vøllurin á Skørinum verið karmur um altjóða dyst, tá VB 20. juni 1998 møtti tjekkiska FC Boby Brno í Hvalba. Tjekkiska liðið vann 3-0 í Intertoto Cup.
Í 2011 lænti TB eisini heimavøllin á Skørinum, tá vøllurin á Sevmýri ikki leyk krøvini og nýggjur vøllur varð bygdur við Stórá í Trongisvági.
Trý suðuroyarlið vóru tilmeldaði fyrstu landskappingina í 1942: TB, Royn og SVB (Sandvíkar Bóltfelag). Fyrst møttust Royn og SVB í Sandvík, har Royn vann 5-0, men SVB bar seg undan til seinna dystin, tí tveir av leikarunum vóru so illa meiðslaðir. TB skuldi møta vinnaranum og vann somuleiðis lættliga 5-0 á Royn, sum nú mátti bera seg undan seinna dystinum, tá Jacob Elias Thomsen andaðist stutt eftir. Frammanundan hevði Royn mist ein av stovnarunum, Eliesar Holm, tá “Cheerful” minusprongdist í Skopunarfirði tann 17. oktober 1940. Tað var um somu tíð, at Royn fekk flaggið, sum Jógvan Berg hevði fingið konu Svana Niels í Havn at seyma.
Í 1946 gjørdist Royn føroyameistari í meðaldeildini (næstbestu deildini). Í landskappingini luttóku 8 lið: SÍF, SÍ, HB, KÍ, B36, TB, VB og Royn. Tann 4. august varð hálvfinala í Klaksvík, har Royn vann 5-2 á KÍ. Finaluna 18. august í Havn vann Royn 3-0 á SíF eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Dómari var Sámal Davidsen.
Felagið var sera nær við at flyta upp í bestu deildina í 1978 og 1983, har NSÍ var stóra forðingin, og í 1984 har ÍF brast dreymin.
Til kappingarárið 1983 fekk Royn aftur fatur á íslendinginum Sveinbjørn Danielsson, sum í 1980 hevði skotið 15 mál í 14 landskappingardystum, tá TB vann FM í 1980 og harumframt hevði Royn tvørámannin og framherjan Vilmund Michelsen. Teir báðir góvu hvalbingum eina veruliga tyngd í álopspartin, og Royn var hetta tíðarskeiðið kent fyri tann undirhaldandi og málsøkna fótbóltin, sum av álvara kundi arga tey fremstu liðini í landinum.
Kappingarárið 1983 man uttan iva vera eitt tað besta í søgu felagsins. Liðið hjá Royn gjørdi veruliga vart við seg í 2. deild í 1983, og harafturat vísti liðið í kappingini um Ísafjarðarsúluna, at tað kundi basa fleiri av frægastu liðunum í 1. deild. Á vegnum hevði felagið bast Sumba, VB og frægum liðum sum KÍ og HB. Fyrra hálvfinalan millum Royn og HB á Skørinum endaði 2-2, har Sveinbjørn skoraði bæði málini, men í Gundadali vóru hvalbingar knáir og sigraðu 4-3 eftir góðan og spennandi semifinaludyst, hóast HB-ararnir vóru ávaraðir. Vilmund fekk eitt trítyssi av málum, meðan spælandi venjarin, Rólant Sørensen, fekk eitt. Støðan í hálvleikssteðginum var sostatt 3-0.
Dagin eftir spældu Royn og GÍ finaluna, men tá gjørdu gøtumenn bart og vunnu 5-1, hóast hvalbingar løgdu seg á odda 1-0 við máli frá Vilmundi Michelsen.
Royn lá longi á odda í 2. deild og roknað varð við, at teir í fóru at vinna deildina og sostatt tryggjað sær leikrætt í 1. deild til komandi leikár, men í teimum síðstu leikumførunum hvarv hesin møguleikin, og hvalbingar endaðu aftur á øðrum sæti í kappingini. Aftur var tað NSÍ, sum flutti upp.
Tann 15. desember 2016 avtalaðu TB, FC Suðuroy og Royn at hava felagslið í bestu deildini. Felagsliðið spældi árini 2017 og 2018 í bestu deildini, kallað Suðuroyarliðið í mannamunni. Í 2019 fóru feløgini aftur hvørt til sítt. Royn spælir nú í 2. deild.
