,

Mjølnir vann fyrsta settið í fyrsta evropeiska dystinum

Skrivað

FM1

Dagfesting

Tað bleiv til eitt 3-1 tap í settum, tá Mjølnir í gjár, sum fyrsta føroyska liðið, spældi evropeiskan dyst í Challange Cup móti niðurlendska liðnum, Numidia VC Limax Linne, men Mjølnir loypti hvøkk á gestirnar í fyrsta setti, sum Mjølnir vann 25-11.

Mjølnir vóru eisini góðir í øðrum setti, men eftir eitt niðurlendskt leikbrá, har tosað var við stórum bókstavum, kom niðurlendska liðið fyri seg og vann annað sett 22-25.

Í triðja setti virkaðu gestirnir hava fingið gongd í sítt spæl, og vunnu settið 11-25.

Mjølnir royndi at bíta frá sær aftur í fjórða setti, men nú byrjaði kanska munurin at síggjast á liðnum báðum, har niðurlendska liðið er mannað við nøkrum niðurlendskum landsliðsspælarum, og fjórða setti vann Limax eisini – hesa ferð við setmuninum 15-25.

Tí endaði dysturin millum Mjølnir og Numidia VC Limax Linne samanlagt 1-3 (25-11, 22-25, 11-25, 15-25).

Liðini møtast aftur í returdystinum um eina viku í Niðurlondum, mikudagin tann 1. november.