Í gjár sendu semingsmenninir boð eftir Fíggjarmálaráðnum og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarafelagnum, sum hevur verið í verkfalli síðan 2. oktober, har partarnir fundaðust um sáttmálatrætuna.
Tað hoyrdist, at semingsuppskot fór at verða lagt fram fyri partarnar í dag, men tað uppskotið er longu vrakað, áðrenn tað kom á borðið.
Tað skrivar Kringvarpið.
– Vit hava endað samráðingarnar uttan at leggja semingsuppskot fyri partarnar, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, við Kringvarpið. Hann hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni.
Semingsmaðurin kann bara staðfesta, at grundarlag var ikki fyri at leggja uppskot fram. Tí teir vistu frammanundan, at tað fór at verða vrakað.
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, vil heldur ikki gera viðmerkingar til málið í løtuni. Hon sigur, at nú fara tey at viðgera støðuna nærri í Fíggjarmálaráðnum.