Premier League dystur jólaaftan – fyrstu ferð í 28 ár

Skrivað

FM1

Dagfesting

Fyri fyrstu ferð síðan 1995, verður Premier League fótbóltur jólaaftan, 24. desember.

Tað er greitt, nú Premier League hevur kunngjørt dystarskránna um jóltíðir.

Wolverhampton skal tá spæla á heimavølli móti Chelsea, og tann dysturin byrjar klokkan 13.

Dagin fyri, lítlajólaaftan, verða tað spældir seks Premier League-dystir, har millum annað Liverpool tekur ímóti Arsenal. Tann dysturin byrjar klokkan 17.30 tann 23. desember.

Tað er rættiliga vanligt, at Premier League-skráin er stúvstappað um jólini, tí tað skulu spælast ikki færri enn trý umfør í Premier League frá 21. desember og fram til 2. januar í 2024.

Seinnu árini hevur Premier League borið soleiðis í bandi, at øll feløgini hava í minsta lagið 60 tímar ímillum tøttu dystirnar um jólini í Onglandi.

Annan jóladag – Boxing Day – verða fimm dystir á skránni. Liverpool spælir á Anfield móti Burnley klokkan 17.30, meðan Manchester United endar dagin við at spæla heima móti Aston Villa. Tann dysturin er settur at byrja klokkan 20.