Smádreingir spældu við eld á spæliplássi

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Í gjár varð ringt til løgregluna, tí eldur var í einum spælihúsi á einum spæliplássi í Streymnesi.

Føroya Politi sendi boðini víðari til sløkkiliðið á staðnum, sum var skjót á staðnum og fekk sløkt eldin.

– Eldurin var skjótt sløktur, og tað stóðst ikki stórvegis skaði av hendingini, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

Vaktleiðarin sigur, at tað vóru tveir-tríggir smádreingir, sum høvdu kynt eitt bál inni í hesum spælihúsinum, men høvdu so mist tamarhaldið á eldinum.

– Spælihúsið hevði fingið onkrar smávegis skaða, men ikki nakað merkisvert, sigur vaktleiðarin.

Av tí at talan er um smádreingir, verður ikki meiri gjørt við málið – fyriuttan tað, at tosað verður við foreldrini, greiðir vaktleiðarin frá.