, ,

A-landsliðið: Hópurin móti Kekkia og Albania verður úttikin í morgin

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Um smáar tvær vikur verður EM landsliðsfótbóltur aftur á skránni. U21-landsliðið fer undir enn eina EM undankapping, meðan manslandsliðið fær vitjan av Kekkia og Albania.

Fríggjadagin 16. juni tekur U21-liðið ímóti Andorra á Djúpumýru í Klaksvík, og leygardagin 17. juni tekur A-landsliðið við monnum ímóti Kekkia á Tórsvølli. Og týsdagin 20. juni skulu menninir aftur á vøllin, tá Albania kemur á vitjan.

Í hesum sambandi verður boðið til tíðindafund í FSF-húsinum mánadagin 5. juni klokkan 10. Fyrst verður tað Eyðun Klakstein, ið fer at kunngerða U21-hópin, og síðan fer Håkan Ericson at seta navn á teir 24, sum verða úttiknir til landsdystirnar móti Kekkia og Albania.

Fyri føroyska A-landsliðið við monnum eru kekkar ikki ókendir mótstøðumenn. Fimm ferðir áður hava Føroyar møtt Kekkia, og enn eiga vit fyrstu stigini til góðar. Hinvegin, so hava okkara menn ongantíð fyrr møtt Albania.

Atgongumerki til dystirnar hjá U21-landsliðnum og A-landsliðnum fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA er Kekkia nummar 38, Albania er nummar 68, meðan Føroyar eru nummar 125 av teimum 211 londunum, sum eru limir í altjóða fótbóltssamgonguni. Hini bæði londini í okkara bólki eru Póllandi og Moldova, sum eru ávikavist nummar 23 og 171 á styrkislistanum.

Fremstu londini á styrkislistanum, ið seinast varð dagførdur 6. apríl, eru Argentina, Frankaríki og Brasil. Nummar fýra er Belgia, meðan England er á fimta plássi.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo