AB skrivar:
“Nakrar broytingar eru farnar fram í hópinum hjá besta mansliði okkara, síðani kappingarárið byrjaði í mars. Thomas Junge, Nicklas Mehl, Emil Seedorff Sørensen, Jakob Gottberg og William Tønning eru farnir úr felagnum av ymsum ávum, og hetta hevur gjørt sítt til, at okkara hópur var blivin heldur smalur.
Maður kemur tó í mans stað. Tveir argjamenn við fortíð í felagnum skrivaðu nevniliga undir sáttmála fyri restina av kappingarárinum nú mánakvøldið.
Talan er um teir báðar, Beinir Ellefsen og Tóka á Lofti, ið hava búð niðri í Danmark síðstu árini, men nú aftur fara at teljast ímillum teir, ið fara at umboða AB í bestu mansdeildini.
Tann 30 ára gamli Beinir Ellefsen kenna vit sum ein tekniskt sterkan vinstra bakk. Hann spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum afturi í 2011 sum 18 ára gamal og hevur síðani spælt heilar 113 dystir fyri AB. Í 2015 flutti Beinir niður í lestrarørindum, har hann fyriuttan eitt hálvár í AB í fyrru helvt av 2021 hevur spælt við ÍF Føroyum.
Tóki á Lofti er 29 ára gamal og er ein álopssinnaður leikari, ið kann spæla í báðum borðum og í álopinum. Tóki hevur góðan bóltførleika og kann skjóta við báðum beinum. Hann hevur spælt 74 dystir á besta liðnum hjá AB, harav tann síðsti bleiv spældur í 2020, tá Tóki flutti niður í útbúgvingarørindum. Síðstu tvey árini hevur argjamaðurin spælt við Ballerup-Skovlunde í Sjællandsseriuni.
AB hevur gjøgnum ár og dag mist nógvar spælarar til lesnað uttanlands, men vit fegnast stórliga, tá vit fáa okkara egnu leikarar heimaftur.
Væl afturkomnir, Beinir og Tóki!”