,

Abigail og Bárður ársins málverjar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Abigail Mensah úr NSÍ og Bárður á Reynatrøð úr Víkingi eru ársins málverjar hjá ávikavíst kvinnum og monnum. 


Ársins málverji hjá kvinnum gjørdist Abigail Mensah úr NSÍ. Hon stóð eitt frálíkt kappingarár í málinum hjá greipuvinnarunum NSÍ. 

Abigail Mensah fekk steyp, sum Súsanna Lydersen handaði vegna Norðoya Sparikassa. 


Ársins málverji menn 
 

Bárður á Reynatrøð úr Víkingi var valdur til ársins málverja hjá monnum. Hann lat bara 14 mál inn í kappingarárinum og hevði avgerandi bjargingar í avgerandi dystum. Leirvikingurin hevur eisini vunnið sær fast pláss á landsliðnum. 

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu handaði Bárði á Reynatrøð steyp, sum Eysturkommuna hevði latið.