Eisini fólkaskúlin og viðurskifti hjá børnum fingu nøkur orð í ólavsøkurøðu løgmans.
– Føroyar skulu vera heimsins besta barnaland.
– Tíverri hava nógvar føroyskar barnafamiljur seinastu árini upplivað fakbólkar, sum ikki tosa saman. Stovnar, sum ikki samstarva. Ráð, sum vísa til hvørt annað. Hetta hevur alt verið ørkymlandi. Tí hevur samgongan raðfest eitt barna- og útbúgvingarmálaráð. Tað minkar um vandan fyri, at børn og ung detta niðurímillum, nú sama ráð fylgir teimum frá vøggu til vaksnamannalív, segði Aksel V. Johannesen millum annað í løgmansrøðu síni ólavsøkudag.
Hann vísti í røðuni á, at ein av avbjóðingunum er ójavnvágin á dagstovnaøkinum.
– Okkum tørvar námsfrøðingar, og nú játtanin er hækkað, kunnu tvífalt so nógv lesa námsfrøði. Vit gera eisini eina heildarætlan fyri dagstovnaøkið og endurskoða dagstovnalógina saman við kommununum.
Í fólkaskúlanum verða eisini broytingar, lovaði løgmaður. Skúladagurin skal styttast, tvílæraraskipanina og leiklutin hjá flokslæraranum skal styrkjast, og so skal betri javnvágur millum lærugreinar eisini styrkjast.
– Færri næmingar skulu vera í flokkunum, so lærarin fær betri tíð til hvønn einstakan, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni.
Aðalorðaskiftið í løgtinginum um fólkaskúlan verður í heyst.