Aðalráð flyta oman í miðbýin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tingfundur verður hósdagin, har einasta mál á dagsskránni er framløga.

Eitt av málunum á skránni er eykajáttan í sambandi við, at Heilsumálaráðið og Almanna- og mentamálaráðið skulu flyta av Eiragarði, sum skal byggjast um til á leið 50 lestraríbúðir.

Bæði aðalráðini flyta oman í Miðbýin. Heilsumálaráðið flytur inn í høllina hjá LÍV á Kongabrúnni. Almannamálaráðið flytur inn í gomlu smiðjuna hjá Wenzel Petersen úti í Bakka í Havn.

Pengar eru ikki settir av á fíggjarlógini, so pengarnir verða nú játtaðir á eykafíggjarlógini, sum verður løgd fram hósdagin.