Semja er millum politisku flokkarnar í Grønlandi um, at vápnalógin í landinum skal herast.
Tíggju sletuhundar vórðu í farnu viku skotnir á einari oyggj nærhendis oynni Qasiginnguit, og hildið verður, at talan var um trý ung fólk, ið høvdu stolið eina jollu við trimum riflum, og sum síðani høvdu siglt út til hundarnar á oynni og skotið teir.
Drápið av hundunum hevur birt aftur í kjakið um herda vápnalóggávu í Grønlandi, sum annars fleiri ferðir áður hevur verið frammi.
Løgreglan í Grønlandi hevur eisini í fleiri ár gjørt vart við, at ov nógvar skotvanlukkur og ov nógv sjálvmorð við skotvápnum eru í Grønlandi, og at talið á hesum kundi verið minkað, um vápnalóggávan varð herd.
Sambært grønlendska kringvarpinum KNR hava síðan 2015 verið 14 ólukku av váðaskotum og 67 sjálvmorð við skotvápnum.
Hóast semja er millum grønlendsku flokkarnar, at vápnalóggávan skal herðast, so tykist kortini ikki at vera semja um, júst hvussu hetta skal fara fram, og júst hvat tað er, sum skal herðast.
Kjakast hevur verið um, hvørt rættast er at krevja, at vápn skulu tryggjast í vápnaskápi, ella um betri er at hava lás á sjálvum stillipinninum (avtrekkjaranum).
Við KNR sigur Nivi Olsen frá flokkinum Demokraatit, at neyðugt er við lási á stillipinninum, soleiðis at øll í Grønlandi kunnu føla seg trygg.
Víst hevur eisini verið á, at tað er ikki allastaðni, at tað er eins trygt at hava riflurnar liggjandi í vápnaskápi við hús, tí tað gerast bráðneyðugt at nýta tær, millum annað har hvítabjarnir eru, sum kunnu gera seg inn á bæði fólk og fæ.