Nám hevur nú lagt út eitt livandi ævintýrasavn á fakportalin Føroyskt. Har ber til at lesa bæði kend og minni kend ævintýr til undirvísing og hugna.
Tú finnur sagnir og ævintýr hjá Jakobi Jakobsen, skrivað við Hammershaimbs stavseting, sum byggja á útgávuna Færøske folkesagn og æventyr frá 1898–1901.
Eisini eru ævintýr týdd av Heðini Brú úr røðini Ævintýr 1–6 frá Føroya Lærarafelag, prýdd við myndum eftir Elinborg Lützen.
Tey klassisku ævintýrini hjá H.C. Andersen eru eisini við – 33 søgur, týddar av Marius Johannessen, og tiknar úr bókunum 10 ævintýr, 11 ævintýr og 12 ævintýr.
Haraftrat eru ævintýr úr ymsum londum, savnað av Lisbeth Algreen-Petersen og løgd út sum undirvísingargongdir.
Ævintýrasavnið verður dagført, so hvørt sum nýggir tekstir verða klárir.
Nám heitir á fólk at lesa eina søgu, koma inn í ævintýraheimin – og siga øðrum frá eini spennandi frásøgn.