Um tú hevur ein pakka av høsnarungaviðskera í køliskápinum, so er kanska eitt gott hugskot at hyggja nærri eftir pakkanum.
Tí Heilsufrøðiliga Starvstovan afturkallar vøruna ROSE stegt Barbecue Inderfilet, tí tað er vandi fyri, at vøran ikki er nøktandi hitaviðgjørd. Vøran kann sostatt innihalda sjúkuelvandi bakteriur.
Heilt ítøkiliga er tað vøran frá HKScan Danmark A/S Barbecue Inderfilet, sum er selt í pakkum upp á 150 gram. EAN-strikukota er: 5760725234450.
Vøran er seld í føroyskum handlum.
Heilsufrøðiliga Starvstovan skrivar á heimasíðu sínari, at vørurnar eiga at verða lætnar aftur, haðani tær eru keyptar, ella verða beindar burtur.